Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin hava vunnið júst vunnið ein sera flottan sigur.
Í Lanxess høllini í Köln hevur Füchse Berlin í FINAL FOUR hálvfinaluni í Champions League vunnið 40-35 á týsku meistarunum, SC Magdeburg. Í steðginum var Füchse Berlin á odda 19-17.
Hákun var sera effektivur í dystinum. Hann fekk fimm málmøguleikar og hann setti allar í netið. Sum vant var Mathias Gidsel toppskjútti hjá Füchse Berlin. Í dag var tað við níggju málum og seks uppleggum til mál.
Í fjør tapti Füchse Berlin í finaluni í FINAL FOUR 26-32 (12-16) fyri júst Magdeburg.
Füchse Berlin møtir í finaluni antin Aalborg ella Barcelona. Tey spæla hálvfinalu nú klokkan 17.
Í morgin klokkan 17 verður finalan leikt í Lanxess høllini.











