Fuglafjørður sigur nei til eftirskúlan

Nevndin fyri ætlaða eftirskúlan í Hvalba heitir á kommunurnar um at játta pening til tað víðari arbeiðið.
- Vit kunnu ikki luttaka í byggingini av eftirskúlanum, tí nógv arbeiðir skulu gerast her tey komandi árini, sigur Fuglafjarðar kommuna.

Á býráðsfundi í farnu viku var føroyski eftirskúlin eitt av málunum á skránni.
Skuldi kommunan latið sín part til ætlanina, hevði tað svarað til 245.000 kr. í 2007 og 1,2 mió. í 2008 og 2009
Á fundi í mentamálanevndini í Fuglafirði var hetta málið til viðgerðar fyrst, men nevndin var samd um at heita á fíggjarnevndina og býráðið um ikki at luttaka í byggingini.
Orsøkin til hetta er, at kommunan sjálv stendur fyri bæði umbyggingum, útbyggingum og nýbyggingum av skúlum í framtíðini.
Á fundi tríggjar dagar seinni tók fíggjarnevndin undir við tilmælinum. Nevnt varð, at eingin peningur er avsettur til hetta á fíggjarætlanini komandi ár.
Tá málið kom til viðgerð á býráðsfundi, tók býráðið somuleiðis undir við hesum.
Sostatt fær eftirskúlin í Hvalba ikki stuðul úr Fuglafirði til víðari arbeiðið sítt.