Fuglafjarða kommuna fer at byggja tunnil til Hellurnar

- Um eitt ár verður hol sett á til tunnil millum Fuglafjørð og Hellurnar, sigur Sigurd Simonsen, býráðsformaður í Fuglafirði

Tunnil

Tað hevur leingi verið eitt brennandi ynski, bæði á Hellunum, Oyndarfirði og í Fuglafirði, at gera tað lættari atkomiligt millum bygdirnar hinumegin fjøllini og Fuglafjørð.
Hellurnar hoyra til Fuglafjarða kommunu, men kommunumarkið røkkur haraftrat yvir á hálvan Oyndarfjørð, sum er sjálvstøðug kommuna.

Stórir slættar

Meðan nógv brattlendi er í Fuglafirði, eru stórir slættar á Hellunum og millum Hellurnar og Oyndarfjørð.
Sigurd Simonsen, býráðsformaður í Fuglafjarða kommunu, sigur, at parturin hjá kommununi hinumegin fjøllini er tríggjar ferðir so stórur, sum slættlendi, ið kommunan eigur á Kambsdali.
- Hyggja vit fram í tíðina, meta vit tað vera rætt, at sambandið millum hesar partarnar í kommununi verður høgligari. Sum er, er vegurin millum Fuglafjørð og Hellurnar nógv longri, enn hann nýtist at vera. Haraftrat kemur, at vegurin úr Fjarðavegnum og norður til Hellurnar og Oyndarfjørð liggur høgt og er smalur í støðum.

Tunnilsloysn

Fuglafjarða kommuna hevur tí sett pening av á fíggjarætlanini í ár til fyrireikingar at byggja ein tunnil millum Fuglafjørð øðrumegin og Hellurnar og Oyndarfjørð hinumegin.
- Vit vilja fyrst finna út av, um tað jarðfrøðisliga er rætt at byggja tunnilin, har vit ætla, at hann skal verða. Vit hugsa okkum, at hol verður sett á við ovara veg í Fuglafirði, og at tunnilin kemur útaftur við fyrsta vegabugin á vegnum til Oyndarfjarðar.
Sigurd sigur, at verða tunnilsmunnarnir á hesum støðum, verður
tunnilin 1,8 km. langur.
- Vit kundu eisini latið tunnilsmunnan hinumegin verið longur uppi, og tá hevði hann bert verið 1 km. langur.

Um eitt ár

Býráðsformaðurin í Fuglafirði væntar, at hol verður sett á fyrst í komandi ári, men helst ganga eini 10 ár, áðrenn koyrandi verður í tunnli millum hesar partarnar av kommununi.
- Vit rokna við, at tað fer at kosta einar 20 milj. kr. at spreingja tunnilin ígjøgnum og nakað tað sama at gera hann lidnan.
Sigurd sigur, at Fuglafjarða kommuna í mesta lagi ætlar at brúka
einar 4 milj. kr. til hetta arbeiði um árið, og tí fer tað eisini at taka nøkur ár, áðrenn koyrandi verður.
Ætlaði tunnilin millum Fuglafjørð og Hellurnar verður einsporaður við nøkrum víkiplássum á vegnum.

Tørvur á gróti

- Okkum tørvar alla tíðina grót til útbyggingar á havnalagnum, og vit vænta, at einir 70.000-80.000 rúmmetrar av gróti fáast burtur úr hesi tunnilsgerð. Seinastu 10 árini hava vit brúkt einar tríggjar ferðir so nógv grót til havnabyggingar og uppland í Fuglafirði, sigur Sigurd Simonsen.
Hann vísir at enda á, at skal grót eisini nýtast hinumegin Fuglafjørð, er hugsandi, at arbeitt verður í báðum endum, tá ið tunnilin skal byggjast.