- Tað, at skuldin hevur verið omanfyri eina álíkning, hevur ført við sær, at neyðugt hevur verið at hildið aftur í rakstri og íløgum, sigur Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu.

Fuglafjørður hevur fótað sær fíggjarliga

Nú við ársbyrjan sær fíggjarstøðan hjá Fuglafjarðar kommunu betur út, og longu við ársenda 2022 var skuldin hjá kommununi aftur undir eina álíkning.   

- Tað, at skuldin hevur verið omanfyri eina álíkning, hevur ført við sær, at neyðugt hevur verið at hildið aftur í rakstri og íløgum, sigur Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu.

- Tað er eingin loyna, at stóru verkætlaninar hava tyngt raksturin hjá kommununi seinasta árið, og hevur skuldin til tíðir verið 1,2 ferðir álíkningina.

 

Tað sigur Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu í nýggjársheilsan til sínar borgarar.

 

Hann vísir á, at tað, at skuldin hevur verið oman fyri eina álíkning, hevur ført við sær, at neyðugt hevur verið at hildið aftur í rakstri og íløgum seinastu tíðina.

 

- Sambært kommunustýrislógini skal landsstýrismaðurin góðkenna útreiðslur, tá skuldin fer yvir eina álíkning.

 

Borgarstjórin sigur, at nú við ársbyrjan sær fíggjarstøðan hjá Fuglafjarðar kommunu betur út, tí longu við ársenda 2022 var skuldin aftur undir eina álíkning.   

 

Umframt fíggjarligt varsemi, er orsøkin til góðu gongdina fyrst og fremst, at skattainntøkurnar eru øktar. - Bæði persónsskattur og partafelagsskattur havar verið nógv hægri, enn frammanundan mett, sigur Dávur Juul.

 

##med2##

 

Borgarstjórin vísir á, at neyðugt er framvegis við fíggjarligum varsemi í kommununi, tí talan er um lutfalsliga stórar íløgur, sum liggja fyri framman.

 

- Her er eitt nú talan um 2. byggistig av Fuglafjarðar skúla og havnabygging, sigur Dávur Juul.

 

Á heimasíðuni - www.fuglafjordur.fo - kann øll nýggjársheilsanin hjá borgarstjóranum lesast, og her verður eisini greitt frá teimum verkætlanum, sum eru framdar í kommununi seinnu árini - og um ymiskar verkætlanir, sum eru í gongd.

 

 

 

- Tað, at skuldin hevur verið omanfyri eina álíkning, hevur ført við sær, at neyðugt hevur verið at hildið aftur í rakstri og íløgum, sigur Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu.

Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu.