Fuglakrímið nærkast

Í Bretlandi er ein pappageykur deyður av tí hættisliga slagnum av fuglakrími, í Russlandi eru fleiri dunnur deyðar, og í Noregi verður ein deyð álka kannað

Bretsku myndugleikarnir kunngjørdu sunnudagin, at ein pappageykur, sum var í búri, var deyður av tí slangum av fuglakrími, sum eisini hevur víst seg at vera lívshættisligt fyri fólk.
- Virusið er mest átøkt tí slagnum, sum varð funnið í dunnum í Kina fyrr í ár, men talan er ikki um tað slagið, sum er funnið í Rumenia og Turkalandi. Talan er um tað lívshættisliga virusið H5N1, men kortini eitt slag, sum vit ikki hava sæð fyrr, segði leiðandi djóralæknin hjá bretska umhvørvismálaráðnum, Debby Reynolds, við BBC.
Pappageykurin var komin úr Surinam í Suðuramerika og var í varðhaldi hjá eftirlitsmyndugleikunum saman við øðrum tropiskum fugli, tá hann doyði.
Samstundis hava russisku myndugleikarnir boðað frá, at teir hava nú staðfest tað vandamikla slagið av fuglakrími í tí evropeiska partinum av landinum. Frammanundan var sjúkan staðfest eystan fyri Ural-fjøllini, men í gjár varð kunngjørt, at myndugleikarnir høvdu funnið H5N1-virusið í vevnaði av fimm høsnum, sum vóru deyð á einum bóndagarði í Tambov, sum er í landssynning úr Moskva.
Talsmaðurin hjá russisku heilsumyndugleikunum segði, at tólv høsn vóru deyð av sjúkuni, og at myndugleikarnir høvdu givið boð um at avlíva 53 dunnur og høsn, samstundis sum økið kring bóndagarðin varð avbyrgt.
Um vikuskiftið vórðu fleiri fuglar funnir deyðir nærhendis Kristiansand í Noregi. Teirra millum var ein álka, og myndugleikarnir gjørdu í gjár av at kanna, um hon var deyð av fuglakrími. Paul Stamberg hjá norsku heilsumyndugleikunum segði, at álkan kann vera deyð av einum slagi av fuglakrími, men at tað kortini ikki nýtist at vera tað slagið, sum er vandamikið fyri fólk. Úrslitið av norsku kanningini kemur ætlandi í morgin.
Í Makedonia og Kroatia eru fólk komin fram á deyðan fugl, men enn er ikki staðfest, um talan er um fuglakrím.
150 mill. mannalív
Í Keypmannahavn eru serfrøðingar komnir saman at viðgera støðuna og vandan fyri, at tað lívshættisliga slagið av fuglakrími kann breiða seg um allan heimin. Tað er heimsheilsustovnurin WHO, sum skipar fyri fundinum, ið hevur til endamáls at kanna, hvussu heimssamfelagið kann forða sjúkuni at breiða seg.
Umleið helmingurin av teimum, sum eru vorðin smittað við H5N1, eru deyð av sjúkuni, men tað stóra vandamálið er, um sjúkan fer at smitta ímillum fólk. So kann hon breiða seg um allan heimin, og serfrøðingar siga, at ein heimsumfatandi sjúka av hesum slagnum kann fara at krevja 150 milliónir mannalív.