Fuglar og byggdir í Smiðjuni

Ann Højgaard Slot hevur í páskavikuni málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn

Hetta er triðja ferðin, at Ann hevur framsýning í Smiðjuni, og hesa ferð eru evnini fuglar, fuglabjørg og bygdalýsingar.

Ann arbeiðir við sterkum litum og stórum strokum. Hon nýtir bæði pensil og spartil til at mála við.

Ann er fødd og uppvaksin í Havn, men er búsitandi í Árhus.

Hon hevur í fleiri ár starvast sum fólakaskúlalærari ? millum annað í myndlist, men er nú farin undir nýggja útbúgving ? sum íðnaðarsniðgevi á Designskúlanum í Kolding.

Við á framsýningini hevur hon umleið 20 málningar úr akryli, umframt nakrar akvarellir.

Fernisering verður í dag kl. 15, og opið er annars mánadagin kl 14 ? 19, týsdagin kl 11 ? 19 og mikudagin kl 11 ? 15