Fuglar órógva framvegis Atlantsflog

Tað var fríggjakvødlið, at eitt flogfar hjá Atlantsflog fekk fugl inn í annan mortorin.

 

Tað var fríggjakvødlið, at eitt flogfar hjá Atlantsflog fekk fugl inn í annan mortorin.

 

Flogfarið vendi við aftur og lendi uttan trupulleikar. Flogmekanikarnir hava síðan arbeitt upp á motorin fyri at kannað skaðan og tikist við at útvega eykalutir.

 

– Væntandi verður hetta arbeiðið liðugt seint í morgin 3. august. Av hesum eru vit noydd at avlýsa kvøldflogførini til og frá Billund, boðar Atlantsflog frá.