Frank Davidsen
-------
TAKS fær ikki røkt sínar skyldur vegna manglandi játtan frá avvarðandi myndugleika, og er hetta einki minni enn ein gøla. Herfyri var neyðugt hjá TAKS at skjóta ein dóm inn fyri hægri rætt, orsakað av, at eitt felag hevði fingið viðhald í Føroya Rætti í einum sera prinsipiellum máli.
Felagið hevur í samband við kapitalvinningslógina tikið eina upphædd á nærum 200 milliónir úr felagnum, og helt seg hava rætt til hesa upphædd, uttan at skattur skuldi gjaldast av hesi upphædd. TAKS metti hinvegin, at felagið sambært lógini átti at gjalda útvið 70 milliónir í skatti av hesi upphædd. Um vit samanbera okkum við Danmark, hevði danski skattaborgarin mist 7 milliardir orsakað av hesum.
TAKS hevur undir avmarkaðum fíggjarligum karmum funnið útav, at stórar upphæddir sluppu undan skatti. Í fleiri hundrað málum er blivið staðfest reguleraður skattaundandráttur.
Fyri at bøta um eftirlitið hjá TAKS setti fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin Aksel V. Johannesen fram uppskot um at seta eitt Task Force, sum í størri mun skuldi taka sær av skatti og avgjøldum, sum ikki blivu fráboðaði til TAKS.
Tað sum av onkrum borgarum ikki verður uppgivið til skattingar hjá TAKS, mugu aðrir skattgjaldarar gjalda til tann frammanundan slukna landskassan.
Í samband við orðaskiftið um at stuðla TAKS at hava eftirlit hesum viðvíkjandi, tók núsitandi fíggjarmálaráðharrin ikki undir við hesum, tí sum hann sjálvur segði, “so var hetta bara fuglar á tekjuni”.
Sjálvur hevur fíggjarmálaráðharrin roynt at verið ein av hesum fuglum á tekjuni, og heppin var hann, tí nevið rakk so langt niður, at tað rakti mvg-kassan.
Umleið 120 milliónir standa úti í mvg gjøldum, tá verður ikki roknað upp í mvg, sum er efturgivið. Helst eru nógvar milliónir útistandandi b-skattur, sum landskassin meira ella minni hevur mist.
Heldur enn at stuðla TAKS, so ger landsstýrismaðurin, sum hevur ábyrgd av hesum álvarsmáli ikki mætari enn karaktermorð á innkrevjingarskipanina hjá TAKS. Samstundis slær hann upp í glens tær ørandi upphæddir av útistandandi skatti og avgjøldum, sum eftir røttum skuldu komið landskassanum til góðar.
Tað er ábyrgdarleyst, tá landsstýrismaðurin sigur, at hesar upphæddir eru »fuglar á tekjuni«. Tá landsstýrismaðurin ikki vil prioritera eftirlitsarbeiðið hjá TAKS, soleiðis at útistandandi skattur og avgjøld koma í landskassan, skattaborgaranum til góðar, kann man undrast, og spyrja seg sjálvan, um vit liva í einum rættarsamfelag.
Tá skattamynduleikarnir eru noyddir at fara í rættin, tí eitt felag loyvir sær, at taka eina so ørandi upphædd, sum 200 milliónir úr felagnum, uttan yvirhøvur at gjalda nakran skatt, so er okkurt spinnandi galið. Her er ikki galið við stjóranum á TAKS ella starvsfólkunum har, men eitt út av lagið vánaligt lógarsmíð, sum her hevur verið.
At TAKS ikki hevur amboð eins og arbeiðsorku at byrgja upp fyri, at landskassin verður snýttur fyri hundraðtals milliónir, sum vanligi a-skattagjaldarin bløðir fyri, er einki minni enn ein gøla. Hvat skal skattamynduleikin gera, tá sjálvur fíggjarmálaráðharrin alment í fjølmiðli boðar frá, »at hesar upphæddir eru bert fuglar á tekjuni«.