Men fyri aðru ferð noyddust teir at lata sær tepurt tap lynda ímóti liði úr bestu deildini
Fyri aðru ferð endaði ÍF á heimavølli undir í stríði við lið úr bestu deildini. Fyri fjúrtan døgum síðani var neyðugt orsaka av kava at flyta dystin úr Fuglafirði og til Gøtu. B68 vann 2?1, og ta ferðina breyt ÍF málverjin, Rúni Joensen, beinið.
Leygardagin varð spælt í Fuglafirði, og nýggi ÍF málverjin var sera eyðsýndur ímóti KÍ. Ken Bærentsen hevur gott hegni og fínt bólteyga, men hann hevur fyri tað mesta verið úti á vøllinum. Í málmans neyðini hevur Pauli Jarnskor sett veteranin millum stólparnar, og Ken var sera sannførandi. Eisini tí hann megnaði so væl at lesa spælið og harvið tók broddin av støðum, sum vóru um reppið at gerast vandamiklar.
Spælið var beinleiðis, uttan ov nógv pilkarí, og tað vóru nógvar spentar støður frammanfyri bæði málini. Tað kom bara eitt mál. Tað fekk KÍ. Tomislav Sivic legði í 62. minutti innfyri úr høgru. Bólturin sigldi til handara stólpan, har Ove Nysted við høvdinum stýrdi honum í handara síðunetið.
Longu í 1. hálvleiki hevði KÍ liðformaðurin, Allan Joensen, ein fínan møguleika, tá tað varð spælt út frá baklinjuni og aftur til brotssparks blettin, men innaru síðu royndin fór í krovið á ÍF málverjanum. Hjalgrím Elttør var einar tvær ella tríggjar ferðir leysur við ÍF málverjanum, men heldur ikki hann megnaði at fáa mál.
ÍF kendi heldur ikki sína vitjunartíð. Høgni á Lakjuni hevði størstu møguleikarnar. Aðru ferðina bjargaði Karstin Joensen í KÍ málinum, tá Høgni var púra leysur, og seinnu ferðina var upplagt, at tað skuldi havt verið mál. KÍ málverjin var óheppin og gleið, men kortini var ÍF álopsmaðurin óheppin, tá hann stýrdi bóltinum í stólpan og ikki í púra opna málið.
Eyðolvur R. Petersen var eyðsýndur í uppspælinum hjá ÍF, og Mortan Thomsen kom fleiri ferðir ígjøgnum í vinstru síðu.
Á ÍF liðnum vóru Ken Bærentsen ? Torstein Joensen, Áki Petersen, Tomek Przybilski ? Árni R. Petersen, Eyðolvur Petersen, Roy Róin, Mortan Thomsen ? Høgni á Lakjuni, Heini Heinason, Eyðun Rygshamar.
Í 2. hálvleiki komu Bárður á Lakjuni og Hanus Eliasen á vøllin ávikavíst fyri Eyðun Rygshamar og Høgna á Lakjuni.
KÍ liðið sá soleiðis út: Karstin Joensen ? Atli Danielsen, Jan Andreasen, Fríðin Ziskason ? Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Allan Joensen, Símun Joensen ? Hjalgrím Elttør, Tomislav Sivic, Ove Nysted.
Einasta útskiftingin hjá klaksvíkingum var, tá Eyðun Klakstein loysti Allan Joensen av.
jh