Tað var eitt lot, og ÍF hevði lotið undan í fyrra umfarinum. ÍF hevði bóltin eitt sindur meiri í 1. hálvleiki, men teir megnaðu so at siga ikki at spæla seg til málmøguleikar. Onkra forkølaða skotroynd úti frá høvdu teir, og onkran hálvan møguleika, sum tað kortini ikki spurdist nakað burturúr.
Eftir steðgin ráddi fyri tað mesta um hjá ÍF at verja. Sumbingar royndu at pressa og leggja trýst á. Teir høvdu væl størri trýst á mótstøðumálið, enn ÍF hevði havt í 1. hálvleiki, men teimum eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið Jákup Helga Egholm, sum hesa ferð vardi málið í staðin fyri leikbannaða Fróða Poulsen.
Tá ið Robert Cieslewicz í síni tíð kom úr Póllandi og til Føroya, var tað til Fuglafirðar. Síðani ÍF flutti niður í 2. deild hevur pólverjin verið í fleiri feløgum, og nú er hann spælandi venjari í Sumba. Hesa ferð var um reppið, at hann skoraði sigursmálið, sum kundi havt við sær, at munurin frá ÍF og aftur til Sumba hevði minkað so nógv, at møguleikarnir fyri oddasessinum høvdu verið nærri, enn teir nú tykjast vera. Men Jákup Helgi Egholm vann tvídystin teirra millum.
Sumbingar høvdu eina ferð bóltin á stólpanum, men teir høvdu ikki marginalirnar við sær. Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð var tað týðuligt, at teir í ÍF kendu tað soleiðis, sum at teir høvdu vunnið eitt stig, meðan sumbingarnir kendu tað soleiðis, at teir høvdu tapt tvey stig.
Næsta leygardag skal ÍF spæla á Svangaskarði, meðan Sumba fer at hava heimavøll í grannastríðnum ímóti VB. Í átjanda og síðsta umfarinum, sum verður á skránni 4. oktober, skal Sumba til Fuglafirðar. Nú kappingin er hálvrunnin, er ÍF greitt oddalið, og teir mugu metast sum greiðir favorittar at endurvinna plássið í bestu deildini, sum teir mistu í 1999.