Fugloyar kommuna telist millum smæstu kommunur í Føroyum, og her eru bygdirnar, Kirkja og Hattarvík. Oyggin er hin minsta av Norðoyggjum, stívliga 11 ferkilometrar stór. Landslagið er høgt, og brimpláss er á báðum plássum. Hægsta fjall á oynni er Klubbin, sum er 621 metrar høgur, og út fyri Eystfelli liggur Stapin, sum er 47 metrar høgur.
Í Fugloy er náttúruvakurt, og oyggin hevur fingið navnið eftir fuglameinginum.
Vegasamband hevur verið millum bygdirnar í stívliga eina fjórðingsøld, og teinurin millum Kirkju og Hattarvík liggur um góðar fimm kilometrar.
Tað er strandfaraskipið Ritan og tyrlan hjá Atlantsflogi, sum syrgja fyri sambandinum hjá fugloyingum við umheimin. Á vetrardegi eru tíðarskeið, har eingin sigling er. Veður, ættir og streymur hava stóran týdning, tá talan er um brimpláss, sum vit kenna tey bæði á Kirkju og í Hattarvík.
Men, um summarið er alt øðrvísi.
Í Fugloy hava tey bæði kafé, gisting og útferðarmøguleikar til ferðafólk, sum leita sær í oynna.
Ein dagtúrur í Fugloy er eitt fantastiskt høvi at vitja á Kirkju og í Hattarvík, og tað er heldur einki til hindurs fyri at gista á Kirkju, um fólk hava hug til tess.
Borgarstjóri í Fugloyar kommunu er Amalia í Frammistovu. Hon hevur tikið sær av ferðafólki gjøgnum mong ár.
Saman við øðrum leigar hon lærarahúsini á Kirkju, sum kortini standa tóm. Her hava tey bæði kafé og gisting í tveimum tvímanskømrum og trimum einkultkømrum, og her kunnu tey bjóða at kalla alt, sum ferðafólk spyrja eftir.
- Her eru allir møguleikar. Fólk kunnu koma út til Fugloyar ein dagtúr, og vit gera matpakkar og útvega ferðaleiðarar. Ein vanligur túrur er at ganga eftir vegnum við frásøgufólki til Hattarvíkar og so koyra heimaftur. Um fólk ynskja tað, ber eisini til at koyra báðar vegir við frásøgufólki.
Amalia í Frammistovu vísir á, at møguleikar eru eisini at fara til fjals saman við ferðaleiðara - ella at fólk, sum koma í oynna, bara velja at ganga her runt í bygdini og gera styttri útferðir í hugnaliga umhvørvinum.
Fólk, sum koma til Kirkju, fáa tað á morgni, sum tey ynskja sær, áðrenn dagurin í oynni byrjar. Her bjóða tey kaffi, morgunmat, døgurða, nátturða - ella hvat tað nú er, ið fólk ynskja sær ein slíka dag.
Nú alt er, sum vanligt aftur, og allar koronu-avmarkingar eru burtur, vænta tey sær nógv fólk til Fugloyar í summar.
- Vit hava pláss fyri eini 40 fólkum, sum kunnu sita til borðs í senn, og tá alt var sum vanligt og mest var at gera, var ikki altíð, at øll fingu pláss at sita í senn. So, fólk dáma væl at koma út higar at vitja, sigur hon.
Eitt, sum hevur verið rættiliga væl umtókt í Fugloy, er brunsj leygarmorgnar frá klokkan 10 til 12. Hetta verður aftur eitt tilboð í summar, nú alt er, sum vanligt aftur. Tá fingu fólk, sum komu út stundisliga, ein ordiliga góðan morgunmat her í lærarahúsunum.
- Vit hava eisini bjóðað sunnudagsdøgurðar, sum hevur verið umtókt.
Amalia í Frammistovu vísir á, at tá fólk komu út til Kirkjar sunnumorgnar, fingu tey kaffi. Onkur fór í kirkju, og eftir kirkjugongdina var ein góður sunnudagsdøgurði.
- Tað var ómøguligt at standa fyri øllum einsamøll, men nú vit eru nakrar, sum eru felags um tilboðini til ferðafólk á Kirkju, letur alt seg gera, sigur hon.