Fuglur innsmurdur í olju

Tað verða óiva fleiri fólk, ið fara at spyrja, hvat tey skulu gera, tá tey finna ein fugl, ið hevur verið í oljuni, sum rann úr skipinum, ið sakk við flesjarnar. Tann, ið spyr vil gjarna hjálpa fuglinum, tí kanska er fuglurin ikki so illa fyri, at hann absolut skal kippast. Aðrastaðni redda tey nógvar fuglar, ið eru innsmurdir í olju, enntá tjúkka svarta olju, og tað kunnu okkara djóravinir eisini gera.


Um tú vilt redda fugl, sum hevur fingið olju uppá seg, skalt tú gera soleiðis:

 

Tvey fólk mugu vera um tað.

Koyr fyrst reint hondheitt vatn í vaskið ella í eina balju.

Koyr uppvaskisápu í hondina á tær og gnýggja sápuna í fjarðarnar á fuglinum sama veg sum fjarðarnar venda, als ikki imóti fjarðunum.

Lat sápuna vera í eina lítla løtu, meðan hon virkar.

Koyr fuglin í tað heita vatnið og skola forsiktiga sápuna úr við hondini, sum um tú kelar fuglinum.

Skola eftir ella brúsa við reinum heitum vatnið til øll sápan er farin úr.

Lat fuglin torna.


Innvendiga skal fuglurin eisini reinsast, og tað gert tú við at geva honum aktivt kol (fæst á apotekinum) í eina einnýtissproytu tvær ferðir um dagin í tveir dagar. Aktivt kol verður annars nýtt, tá fólk hava drukkið okkurt giftigt, tí tað trekkir giftina til sín.


                    Djóraverndarfelagið