Flogfarið úr Billund til Føroyar, sum hevði fráferð um nátturðaleitið í gjár, var ikki frammi, fyrr enn klokkan var farin av midnátt.
Tað var nýggjasta flogfarið í flotanum, Tita, ið skuldi flúgva túrin, men brek var uppdagað í flogfarinum, so tað fór ongan veg.
Talan var kortini ikki um álvarsamt brek sum so. Trupulleikin var, at fuglur var komin í motorin, og tí varð neyðugt at senda annað flogfar til Danmarkar eftir ferðafólkunum, ið bíðaðu.
– Tað var ein sokallað birdstrike. Ein fuglur var komin í motorin, og tá eru bestemtar mannagongdir, sum skulu fylgjast, sigur Johanna á Bergi.
– Vit sendu eitt annað flogfar eftir teimum, og tey komu til Føroyar í øllum góðum. Vit eru eisini í gongd við at fáa hitt flogfarið í ordan. Hetta hendir av og á.
Tað hendir seg meira enn so, at fuglur kemir í flogfarmotorar, men vandi var ikki á ferð, og ferðafólkini merktu ikki til trupulleikan.
– Tað koma fuglar í motorin av og á, og ferðafólkini merktu tað ikki. Men tá teir gjørdu inspektión, sóu teir, at tað var tann trupulleikin, sigur Johanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.