Full ferð er á Rógva

Eftir skjótan sigur á Hans K. Simonsen í dag er Rógvi E. Nielsen tann einasti við fullum stigatali í FM kappingini í talvi

Tað var toppdystur í triðja umfari í talvi fyri einstaklingar í dag. Rógvi Egilstoft Nielsen og Hans Kristian Simonsen vóru eftir tvey umfør teir einastu, sum áttu fulla úrtøku. Eftir trý umfør er Rógvi Egilstoft Nielsen tann einasti, sum framvegis eigur fulla úrtøku. Tað gekk skjótt fyri seg hjá Rógva í dag. Hans Kristian Simonsen legði kongin í 20. leiki, tá ið Rógvi lagaði tað soleiðis, at hann stóð til at fáa frúgv fyri rók.

Fremstu avbjóðararnir hjá Rógva, sum vann FM í 2013, eru Eyðun Nolsøe og Martin Poulsen, sum eru eitt hálvt stig aftanfyri. Teir hava báðir áður verið meistarar. Eyðun fyri tjúgu árum síðani - í 1995 - og Martin fýra ferðir - í 2003, 2004, 2006 og 2009.

Í dag vann Eyðun Nolsøe við svarta fólkinum á Andriasi Danielsen, og í morgin hittast Eyðun Nolsøe og Rógvi Egilstoft Nielsen.

Í dag vann Martin Poulsen við hvíta fólkinum í tryggum endaspæli ímóti Herlufi Hansen, sum legði kongin, tá ið Martin var um at fáa frúgv upp. Í níggjunda og síðsta umfari, sum verður leygardagin, hittast Martin Poulsen og Rógvi Egilstoft Nielsen.

Í dag varð tað mest sum greitt, at Høgni Egilstoft Nielsen, sum vann FM við fullum stigatali í fjør, ikki fer at endurvinna meistaraheitið. Hesaferð tapti hann óvæntað ímóti Finnbirni Vang, sum hevur undanvind. Í gjár megnaði hann remis ímóti Eyðuni Nolsøe, og í dag vann hann á meistaranum.

Í triðja umfari eydnaðist tað Ólavi Simonsen at vinna fyrsta stigið. Tað gjørdi hann við svarta fólkinum ímóti Heiðriki T. Jacobsen.

 

Støðan eftir trý umfør

Rógvi Egilstoft Nielsen 3 stig

Eyðun Nolsøe og Martin Poulsen 2,5 stig

Hans Kristian Simonsen 2 stig

Finnbjørn Vang 1,5 stig

Andras Danielsen og Ólavur Simonsen 1 stig

Høgni Egilstoft Nielsen, Heiðrikur T. Jacobsen og Herluf Hansen 0,5 stig

 

4. umfar týsdagin klokkan 17.00

Høgni Egilstoft Nielsen – Herluf Hansen

Ólavur Simonsen – Martin Poulsen

Hans Kristian Simonsen – Heiðrikur T. Jacobsen

Eyðun Nolsøe – Rógvi Egilstoft Nielsen

Finnbjørn Vang – Andrias Danielsen