Fuller angrar

Ricardo Fuller, sum spælir fyri Stoke, harmast, at hann undir dysti ímóti West Ham sló sín egna liðformann eftir eitt skeldarí teirra millum. - Hatta var nakað, sum aldri skuldi verið hent. Hann segði nakað ljótt við meg, men tað, sum eg gjørdi, var enn verri, sigur Ricardo Fuller við SkySports.

Fuller var vístur av vølli, og hann roknar við, at hann verður leikbannaður í einar tríggjar ella fýra dystir orsaka av hendingini.