Fullkomin eyðmýking av Liverpool og Manchester United

Premier League: Alt vendur á høvdinum. Liverpool og United hava tapt 13-3 samanlagt í dag

Liverpool hevur í kvøld tapti heili 7-2 móti Aston Villa. Stutframmanundan tapti Manchester United 6-1 á heimavølli móti Tottenham. Tvey úrslit, sum ikki passar til glæsiligu søguna hjá hesum báðum feløgunum.

Liverpool er meistari og hevði fult stigatal undan dystinum móti Aston Villa, sum við einum stigi megnaði at yvirliva farna kappingarár. Tað byrjaði við at eykamálverjin hjá Liverpool, Adrian, gjørdi ein brølara. Eftirfylgjandi spældi Aston Villa sum meistari og Liverpool fór fultkomliga í upploysn.

Mohamed Salah minkaði til 2-1 og til 5-2, men annars skoraði Aston Villa eftir vild. Ollie Watkins skoraði hattrik, Jack Grealish skoraði tvey, meðan John McGinn og Ross Barkley skoraðu eitt í part.

Á Old Trafford kom eisini eitt úrslit, sum ikki ordiliga passar inn í nakra líkning. Her vann Tottenham 6-1, eftir at Manchester United kom á odda 1-0. Síðani skoraði Tottenham tvær ferðir, áðrenn Anthony Martial bleiv útvístur. So var Tottenham í yvirtal og vann heili 6-1. Fyrr í dag vann West Ham 3-0 á útivølli móti Leicester, ið eisini kann roknast sum óvæntað úrslit.

Premier League 4. umfar:

Leygardagin:

Chelsea - Crystal Palace 4-0

Everton – Brighton 4-2

Leeds - Manchester City 1-1

Newcastle – Burnley 3-1

Sunnudagin:

Southampton - West Bromwich 2-0

Leicester - West Ham 4-0

Wolverhampton – Fulham 1-0

Arsenal - Sheffield United 2-1

Manchester United – Tottenham 1-6

Aston Villa – Liverpool 7-2

1Everton440012:512
2Aston Villa330011:29
3Leicester430112:79
4Arsenal43018:59
5Liverpool430111:119
6Tottenham421112:57
7Chelsea421110:67
8Leeds42119:87
9Newcastle42116:57
10West Ham42028:46
11Southampton42025:66
12Crystal Palace42025:76
13Wolves42024:76
14Man City31116:74
15Brighton41038:103
16Man Utd31025:113
17WBA40135:131
18Burnley30033:80
19Sheffield Utd40041:60
20Fulham40043:110