Fullmannað FMA-nevnd farin til verka

Tveir nýggir limir eru komnir í arbeiðsbólkin, sum er farin undir at fyrireika FMA 2017

 

Nýggju fólkini í FMA Arbeiðsbólkinum eru Knút Háberg Eysturstein og Jógvan Andrias Joensen. Fyrstnevndi er limur og hin tiltakslimur, báðir umboðandi tónleikaumhvørvið.

 

Aðalfundur var í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið, har tónleikarar, umboð fyri tónleikafeløg, umboðsfólk og onnur tónleikaáhugað vóru møtt.

 

Hesi eftirmettu FMA 2016 og umrøddu møguligar broytingar til FMA 2017. Á fundinum var eisini greitt, at føroysku tónlistavirðislønirnar verða latnar 11. mars næsta ár.

 

Høvuðsendamálið á fundinum var at manna arbeiðsbólkin. Hesin bólkurin er mannaður við einum umboði frá teimum trimum stovnunum, sum stíla fyri tiltakinum.

Fyri Norðurlandahúsið er tað Fróði Vestergaard, fyri Miðlahúsið Barbara Holm og fyri Kringvarp Føroya Eyðfinn Jensen. Í 2014 og 2015 vóru Ólavur Larsen og Sunleif Rasmussen valdir av tónleikaumhvørvinum at umboða tey í arbeiðsbólkinum. Elin Brimheim Heinesen hevur verið tiltakslimur.

Í ár bar Ólavur Larsen seg undan, eins og Elin Brimheim Heinensen heldur ikki er við longur. Soleiðis var nevndin ikki fullmannað í ár, men hetta er broytt eftir aðalfundin í gjárkvøldið, sum altso valdi Knút Háberg Eysturstein í arbeiðsbólkin og Jógvan Andrias Joensen sum tiltakslim, samstundis sum Sunleif Rasmussen tók við afturvali.

 

Tað merkir, at FMA Arbeiðsbólkurin nú er mannaður við hesum fólkum: Fróði Vestergaard, Barbara Holm, Eyðfinn Jensen, Sunleif Rasmussen, Knút Háberg Eysturstein og Jógvan Andrias Joensen.

 

Samskipari av FMA øll árini hevur verið Rólant Waag Dam.