Fullsett Vesturkirkja til Blákross-konsert

Tað vóru fá pláss eftir í kirkjuni í gjárkvøldið, tá konsertin til frama fyri nýtt Blákrossheim byrjaði. Orsøkin til hetta mundi vera hon, at tað er ikki á hvørjum degi at ein fær savnað saman so fræg nøvn sum Martin Joensen, Kristel og Jens Lisberg og gospelkórið VOX til eina konsert.

Nú Blái Krossur arbeiðir við eini ætlan um at flyta Blákrossheimið úr Havnini og inn á Nes, tóku stuðlar hjá felagsskapinum stig til hesa ókeypis konsertina í Vesturkirkjuni. Við konsertina gingu tó nakrir av hattunum hjá Jens Lisbergi runt, og líkt var til at offurviljin var stórur hjá fólki.

Konsertin vardi í meiri enn tveir tímar, og aftaná mundi semja vera um at hetta hevði verið ein sera góð løta.