Eingin fekk skaða av týdningi í einum ferðslóhappi í Vágum seinastu nátt
Tað var um fýra tíðina, at onkur ringdi til politiið at boða frá, at ein bilur var farin út av Vatnavegnum.
Politiið fekk skjótt fatur á bilføraranum, sum var fullur.
Trý fólk vóru í bilinum, og eingin fekk nakað mein. Heldur ikki bilurin.
Bilurin var ikki farin longri útav, enn at hann kundu koyrast upp á vegin aftur.