Fullur maður var edrúur

Á løgreglustøðini í Havn siga tey, at telefonin hevur kimað nakrar ferðir síðan seint í gjárkvøldið, men higartil í nátt hevur talan ikki verið um tær stóru uppgávurnar.

- Ein hýruvognsførari í Klaksvík hevur ringt og ilskast um, at hýruvognar úr Havn taka hýru har norðuri, og onkur í Klaksvík hevur eisini ilskast um, at Klaksvíkar Klubbi hevur havt ov leingi opið.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at einaferð í nátt kom ein fráboðan um, at ein fullur maður var farin at koyra bil, men tá løgreglan tók alkoholroynd av manninum, var hesin edrúur.

Lagt verður aftrat, at løgreglan eisini hevur verið úti, tí boðað var frá húsaófriði í eysturbýnum í Havn, ein rútur er brotin í miðbýnum, slagsmál hevur verið á Áarvegnum, og einaferð í nátt vóru nakrir ungir kyllar á veg út til Steve Irvin.