Fullveldismálið á veg í uttanlandsnevndina

Formaðurin í uttanlandsnevndini væntar at fáa samráðingaruppleggið um ríkisrættarligu støðu Føroya til viðgerðar innan tvær vikur

Gongst sum ætlað, verður samráðingaruppleggið til donsku stjórnina um ríkisrættarligu støðu Føroya beint í uttanlandsnevnd løgtingsins einaferð í hesum mánaðinum.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sigur, at sokallaða politiska prosessin hevur gingist væl, og heldur hann, at neyðugt er bert við fáum fundum afturat, áðrenn samráðingaruppleggið kann beinast í uttanlandsnevndina.

Nær samráðingarnar við donsku stjórnina byrja, ber ikki til at siga nágreiniliga, tí málið skal viðgerast gjølla í uttanlandsnevndini fyrst, og síðani skal danska stjórnin hava fýra vikur til at fyrireika seg í, áðrenn samráðingarnar kunnu byrja. Men fær uttanlandsnevndin málið innan tvær vikur, og varir viðgerðin í uttanlandsnevndini ein mánað, kann væntast, at samráðingarnar byrja einaferð um miðjan mars.

Hergeir Nielsen, formaður í uttanlandsnevndini, sigur seg vænta at fáa samráðingaruppleggið til viðgerar innan eina ella tvær vikur. Uttanlandsnevndin hevur ikki fund aftur fyrr enn hon hevur fingið samráðingaruppleggið til viðgerar, men tá verður fundur hildin beinan vegin, leggur Hergeir Nielsen dent á.

? Tað ber ikki til hjá mær at siga, hvussu drúgv viðgerðin av samráðingarupplegginum fer at verða í uttanlandsnevndini, men málið skal viðgerast gjølla samstundis, sum vit skulu leggja okkum eftir at finna eina so breiða politiska semju um málið, sum gjørligt, sigur Hergeir Nielsen.

Formaður uttanlandsnevndarinnar sigur seg ikki fáa sagt, um sokallaðu kaffifundirnir, løgmaður hevur havt við andstøðuflokkarnar um málið, fara at gera viðgerðina í uttanlandsnevndini lættari. Hann veit nevniliga ikki, hvussu nógv er komið burturúr kaffifundunum.

Leikluturin hjá uttanlandsnevndini í málinum um ríkisrættarligu støðu Føroya er at vera ráðgevandi hjá landsstýrinum.