Fólkaítakið fyri tjóðfundi, sum telur fólk úr øllum politiskum flokkum, fegnast um at danska stjórnin er so skelkað av okkara rættvísa kravi um tjóðskaparligan sjálvsavgerðarrætt, at hon nú roynir at bera í bøtuflaka við at geva endurgjald fyri tann ómetaliga skaða, sum hon hevur gjørt tjóð okkara fyri at sleppa einum donskum banka undan tapi.
Men tann beinleiðis skaði, sum gjørdur er, er so stórur, at hann ikki bøtist aftur. Eingin kann vinna aftur tey ár, ið farin eru í arbeiðsloysi og útlegd.
Fólkaítakið fyri tjóðfundi krevur tí, at fyrst og fremst øll tey, sum hava mist, skulu fáa fult endurgjald fyri tann skaða, sum teimum hevur verið fyri.
Fólkaítakið fyri tjóðfundi
Líggjast í Bø Maria Jacobsen
Hans Tausen Olsen Eirikur Simonsen
Olaf á Stongunum Ingeborg Vinther
Zakarias Wang