Fult hús í Vestmanna

VÍF staðfesti oddastøðuna í seinasta dystinum í grundspælinum, og hava nú aftur fult stigatal, tá stigini verða hálvbýtt

VÍF-KÍF 25-16 (15-8)


Hondbóltur


Seinasti dysturin í grundspælinum hjá monnum varð leiktur mikukvøldið, og ikki óvæntað varð tað VÍF, sum fór avstað við sigrinum, tá teir á heimavølli spældu móti KÍF.


Gjørdu bart

Dysturin var ikki gamal, so hevði VÍF longu sýnt gestunum, at her skuldu teir so ikki rokna við nøkrum sum helst.

Frá teirri løtu at Martin setti fyrsta bóltin í kassan, var VÍF omaná, og eftir at teir byrjaðu við at skjóta fimm mál á rað, var so at siga einki at spæla um.

Gaman í fingu kollfirðingar togað munin nakað niður miðskeiðis í hálvleikinum, men nærri enn trimum málum sluppu teir ongantíð.

Serliga var tað fyrstu løtuna, at VÍF sýndi, hví teir eru so langt fremst. Verjan riggaði sera væl, og millum annað vórðu fýra av fyrstu fimm málunum skotin eftir kvik kontraálop.


Bundu bara fyri

Í seinna hálvleiki vistu báðir partar, at her varð alt avgjørt, og tí gjørdist hesin ongan tíð nøkur stór hondbóltsuppliving.

Kollfirðingar royndu sum best at binda fyri, so talan ikki skuldi gerast um stórtap, og hetta eydnaðist so fyri ein part. Í øllum førum er 25 mál minsta tal, sum VÍF hevur skotið higartil í ár, og meira kann helst ikki krevjast av nøkrum liði í landinum, tá VÍF stendur hinumegin.


Áki við fullari ferð

Sum nevnt, so fer VÍF í endaspælið við fullum stigatali, og tað kann verða torført at síggja, hvussu nakað av hinum liðunum skal gera nakað við vestmenningarnar.

Ikki minst nú teir aftur hava Áka Olsen í hópinum. Fittan part av grundspælinum hevur hann verið úti við skaða, men seinasatu tveir-tríggjar dystirnar hava vit aftur sæð, hví hann verður roknaður sum kanska fremsti álopsleikari í landinum.

Tað sær ikki út av so nógvum, men skotini fara aloftast dundrandi í kassan uttan møguleika at verja fri, og fær hann, sum mikudagin, tólv kassar, so er liðið longu hálvgum ávegis einum sigri. At sjálvsálitið so eisini er, sum tað eigur at vera hjá einum stórskjútta, vitnaði seinasta málið eisini um.

VÍF fekk brotskast, tá tíðin var um at vera farin, og úr einum átta metrum skrúvaði Olsen-maðurin snildisliga í málið.

Tá var dysturin sjálvandi langt síðani avgjørdur, kollfirðingar høvdu fingið mann útvístan, og yvirhøvur tóktust teir bara at bíða eftir klokkuni.


Upp hóast tapið

Annars gjørdu kollfirðingar eitt lop á stigatalvuni, hóast teir taptu. Nú stigini verða hálvbýtt, hava teir saman við Tjaldri trý stig, men málmunurin hjá KÍF er væl betri enn hjá runavíkingum.

Tað er heldur ikki óhugsandi, at kollfirðingar megna at halda, og kanska betra um hesa støðu. Ikki minst nú teir hava fingið Iljan Topic afturat í hópin. Mikukvøldið gjørdi hann ikki tann stóra munin, men hann hevur longu prógvað, at hann kann gerast góður fongur.

Undir øllum umstøðum er líkt til, at várið fyri kollfirðingar fer at gerast meira spennandi enn hjá vestmenningum, men tað leggja tey Vestmanna helst einki í ? bara teirra lið heldur á fram at vinna.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

VÍF: Áki Olsen 12(1), Sámal Joensen 3(1), Johnny Joensen 3, Martin Hummeland 3, Ingi Olsen 2, Agnar Joensen 1, Petur Fr. Joensen 1

KÍF: Durica Tomic 4, Regin Petersen 3, Petur Martin Poulsen 3, Jákup Dam 2, Iljan Topioc 2, Petur Martin Johansen 1, Vagnur Johannesen 1(1)

Brotskøst: VÍF 3, KÍF 2

Útvisingar: VÍF 3, KÍF 6

Diskvalifikatión: KÍF 1 (Beinleiðis reytt)

Dómarar úr Tjaldri: Dánjal Hansen og Kári Hansen. Burtursæð frá einum einstøkum kontradómi vóru teir ivaleysir í dømingini. Sum heild ikki stórvegis at finnast at, og tað er at fegnast um, at teir aftur eru um at finna støði frá undanfarna kappingarári.