Gerhard Lognberg hevur biðið um fund í kvøld við Sandoyar Javnaðarfelag Løgtingsmaðurin Gerhard Lognberg kennir seg einsamallan í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, eftir at tingmanningin og landsstýrisfólk floksins fríggjadagin bóðu hann koma til arbeiðis í tingum.
Tí hevur hann biðið um fund við lokalfelagið, tí hann vil vita, um baklandið heldur við honum.