Síðani á ólavsøku hevur løgtingið havt 92 fundir, ið hava vart í tilsamans 398 tímar. 94 mál eru framløgd, umframt ein frágreiðing sambært § 51 í tingskipanini. Tað sæst í gerðabókini hjá løgtinginum. Sjey mál eru tikin aftur av uppskotssetarunum, 53 mál eru ikki komin aftur úr nevnd. Øll hini málini eru avgreidd frá tinginum.
34 skrivligir fyrispurningar eru settir.
157 munnligir fyrispurningar eru settir og svaraðir, og 42 ófráboðaðir fyrispurningar vóru á skrá á 6 fundum.
78 grein52 a spurningar eru settir higartil.
Fíggjarnevndin hevur havt 51 fundir, Uttanlandsnevndin 30, Landsstýrismálanevndin 16, Vinnunevndin 42, Trivnaðarnevndin 19, Mentanarnevndin 18 og Rættarnevndin hevur havt 25 fundir.
Tvær § 25 nevndir hava havt tilsamans 27 fundir.
Hóast løgtingið formliga fór í summarfri og tingárið endaði seinastu leygarnátt, so hevur tingformaðurin boðað frá, at tingið verður kallað samanaftur at avgreiða nøkur mál, sum liggja.