Hóskvøldið 13. mars klokkan 19 verður bjóðað til fundar um ferðavinnu í Kvívíkar skúla.
Endamálið við fundinum er at vita, um áhugi er fyri samstarvi í kommununi í samband við ferðavinnu.
Tiltakið er ætlað ferðavinnuáhugaðum í Kvívíkar kommunu, sum hava - ella kundu hugsað sær at havt - eitt hvørt tilboð til ferðavinnu.
Sambært stigtakarunum, sum eru Súsanna Holm og Marjun Biskopstø, er upp á tal at gera ein felags faldara til ferðafólk - antin pappírsfaldara ella digitalan.
Á heimasíðuni hjá Kvívíkar kommunu - www.kvivik.fo - verður sagt, at umboð fyri Visit Faroe Island og Kvívíkar kommunu verða við á fundinum næsta hóskvøld.