Fundur um produktivitet

Týsdagin 21. mars skipar TK-Stovan fyri fundi um produktivitet á Hotel Føroyum. Heitið produktivitetur er lutfalsliga nýtt í føroyskum virkisbúskapi. Tá talan er um produktivitet og mátingar av hesum, eru tað onnur lyklatøl, enn tey mest vanligu roknskaparligu, ein skal hava fatur á. Tá tosað hevur verið um at bøta um effektivitet/produktivitet, hevur ofta verið fokuserað uppá lækking av lønarútreiðslum. Hetta er sjálvandi framvegis áhugavert, men tá talan er um heildarproduktivitet, verður fokus sett á allar tær ressursur, ið verða nýttar í fyritøkum.

Á hesum fundi fer Símun Hammer frá Virkisráðgeving Spf at vísa hvussu ein miðvíst kann arbeiða við at máta produktivitet í einari fyritøku. Hann kemur at gjøgnumganga bæði hvussu ein kann máta produktivitetin av pørtum í einari fyritøku, men dentur verður lagdur á at vísa tey ymisku mátzini fyri produktivitet, og hvussu hesi kunnu setast saman og harvið geva eitt mát fyri heildarproduktivitetin hjá fyritøkuni.

Eftir fundin skal ein kunna vera førur fyri at gjøgnumføra nakrar einfaldar produktivitetsmátingar, m.a. við hjálp av einum produktivitetsdiskli, ið luttakararnir fáa útflýggjaðan.