Fundur um tilkallingarskipanina

Tíðindaskriv


Tann 28. apríl 2003 var fundur hildin á politistøðini í Tórshavn, har spurningar um tilkallingarskipanina til sløkkiliðini vóru viðgjørdir.
Við á fundinum vóru umboð fyri politiið, tilbúgvingarsamskipanina, Føroya Tele og Brunaumsjón landsins.

Málið við hesum fundinum var at avtala, hvussu allir viðkomandi partar enn betur kunnu taka til eftirtektar og viðgera allar spurningar í sambandi við tilkallingar, tá eldsbruni hevur verið, - serliga um okkurt ikki hevur gingið so ræði, sum ynskiligt var.

Niðurstøðan á fundinum var, at ein bólkur umboðandi Politiið, Føroya Tele og Brunaumsjón landsins, kemur saman hvørja ferð tað er neyðugt at meta um møguligar afturmeldingar eftir eldsbruna, og skal hesin bólkurin síggja til, at rættað og betrað verður, har tað á nakran hátt ber til.

Setningurin framyvir skal sostatt verða, at tær royndir, sum sløkkiliðsmanningarnar hava fingið eftir eina tilkalling og eisini, at tær royndir, sum alarmsentralurin hevur eftir at fráboðan er gjørd, verða skrásettar og síðani viðgjørdar við tí fyri eyga at rætta brek, skeivleikar og misskiljingar, so hvørt hesi koma fyri.

Við hesum er enn eitt stig tikið til, at sokallaðar afturmeldingar frá sløkkiliðunum og royndir hjá alarmsentralinum verða skrásettar og tiknar til viðgerðar, til tess at hesin kunnleikin kemur til nyttu og verður brúktur til at betra um tilkallingarskipanina.

Fyri sløkkiliðsmanningarnar hevur hetta við sær, at tað hereftir er ynskiligt, at brunaumsjónarmaðurin í kommununi ella varamaður hansara kunnar alarmsentralin um, hvussu ein útkalling royndist, og hvussu tað gekst sløkkiliðsmanningini at fáa boð.