Næstan seks dagar eftir jarðskjálvtarnar, sum raktu Venesuela, er ein 21 ára gamal maður funnin á lívi í leivdunum av einari rapaðari keypsmiðstøð.
Maðurin varð funnin av bjargingarfólkum úr El Salvador í strandabýnum, Maiquetía, tíðliga í morgun, lokala tíð.
Tað upplýsir forsetin í El Salvador, Nayib Bukele, á X, fyrrverandi Twitter.
Áðrenn maðurin varð fingin upp úr leivdunum, fekk hann vatn gjøgnum eitt rør, sum bjargingarfólk fingu niður til hansara.
Tað var hóskvøldið, lokala, tíð, at jarðskjálvtarnir raktu Venesuela.
Sagt verður, at 2-3 samdøgur eftir slíkar náttúruvanlukkur minkar møguleikin nógv at finna fólk á lívi í leivdunum.
- Men, vónirnar um at finna fólk á lívi er ein týdningarmikil motivatión hjá bjargingarfólkunum, skrivar NTB-tíðindastovan.










