Tvey ungfólk eru helst deyð av kolilteitran. Líkini av tveimum fólkum, manni og eini kvinnu vórðu í dag funnin í einum summarhúsi. Helst eru tey deyð av kolilteitran, av at hava havt grillina standandi innandura, ímeðan grillað varð.
Løgreglan fann líkini av teimum báðum í einum summarhúsi í Lumsås, sum liggur í útnorðingspartinum á Sjællandi.
Sambært løgregluni, so er maðurin 27-ára gamal og frá Lyngby, kvinnan er 28-ára gomul og frá Rødovre.
Tey komu í summarhúsið mikudagin 25. juni.
Løgreglan heldur at orsøkin til deyðsføllini er eitran, av tí at grillin hevur staðið innandura, ímeðan grillað varð.