Bumbuserfrøðingarnir hjá løgregluni í Oslo funnu einki spreingievni, tá teir kannaðu viðføri, sum ein maður hevði sett frá sær inni í einum bussi á høvuðstokstøðini í býnum í morgun.
Løgreglan fekk boð um eitt illgrunasamt kuffert á tokstøðini klokkan 07.40 lokala tíð, og hon gjørdi alt fyri eitt av at biðja fólk fara út. Samstundis vórðu boð send eftir bumbuserfrøðingum. Teir tóku viðførið út úr bussinum og kannaðu tað, men funnu einki spreingievni ella annað illgrunasamt, skrivar blaðið VG.