Funnu olju á Kambsdali

Tríggir næmingar á Handilsskúlanum á Kambsdali vunnu kappingina Xplore 2005. Vinningurin, 5.000 kr, varð handaður á samkomu á skúlanum í morgun

Í morgun vórðu vinnarar av Xplore 2005 heiðraðir á Kambsdali.
Tað vóru tær báðar Doris í Garði Joensen og Ragnhild P. Kjærbo, ið saman við Kristiani Kristiansen, sum vunnu kappingina, ið varð hildin 4. - 6. oktober. 440 næmingar frá 21 miðnámsskúlum úr sjey londum luttóku í kappingini.
Endamálið var at geva miðnámsskúlanæmingunum eina grundleggjandi fatan av oljuleiting. Hetta varð gjørt í eini simulering á netinum, har luttakandi bólkarnir kappaðust um at finna olju í rakstrarverdum nøgdum. Vinnandi flokkurin frá Handilsskúlanum á Kambsdali fekk í morgun handaðan ein gávukekk upp á 5.000 kr.
Á samkomuni tosaði Ólavur Ellefsen um spælið og hevði eitt innlegg um evni »Royn teg  so lærir tú«. Hann segði m. a. at næmingarnir á Handilsskúlanum á Kambsdali høvdu klárað seg ótrúliga væl, og hann rósti teimum lærarum, sum høvdu lagt næmingunum lag á.
Umframt næmingar á Kambsdali, luttóku næmingar frá Miðnámsskúlanum í Suðuroyr, Tekniska Skúla í Klaksvík, Føroya Studentaskúla og HF-Skeiði og Føroya Handilsskúla Tórshavn.
Xplore 2005 sponsorar vóru mentamálaráðið, Maersk Olie og Gas, DONG og Danmarks Tekniske Universitet.