Funnu pinkubarn umborð á báti

Eftirlitsmenn í Bangladesh funnu í dag eitt seks vikur gamalt barn einsamalt í einum báti, sum var komin yvir um ánna Naf, sum er mark við grannalandið Burma.

Myndugleikarnir siga, at tann lítla gentan er nú í varðveitslu hjá einum húski. Sagt verður, at hon hevur tað ikki gott, og at myndugleikarnir nú umhugsa, hvat skal gerast fyri at hjálpa henni sum best. Eftirlitsmenninir, sum komu fram á gentuna, siga, at matur var í bátinum, men teir duga ikki at siga, hvat kann vera hent hinum, sum vóru í bátinum.

Í seinastuni hava nógvir Rohingya-muslimar roynt at flýggja úr Burma til Bangladesh tvørtur um Naf, og teir seinastu dagarnar hava eftirlitsmenn givið 16 bátum við 660 fólkum boð um at venda aftur. Eftirlitsmenninir siga, at tað eru yvirhøvur kvinnur og børn, sum eru í bátunum.