Futtur í Fróða á flatlondum

Fróði Hansen, sum seinastu tíðina hevur havt fleiri konsertir í Keypmannahavn, er júst farin í upptøkuhølir at innspæla eina EP. Henda EP skal ætlandi koma út í summar, og hevur hon fingið langa og ógvusliga heitið »Patience is a motherfucker when you are living life in slow motion«

 

Upptøkurnar merkja tó ikki, at Fróði, sum bólkur hansara kallast, gevst at spæla konsertir.

Fríggjadagin vitja teir á The Rock í danska høvuðsstaðnum, har teir eisini hava spælt áður. Umframt Fróða spæla tveir aðrir bólkar ? Papa Stereo og DontTrustMcay.

 

Dyrnar opna klokkan 21.00 og fyrsti bólkurin fer á pall ein tíma seinni.