Fylgir gongdini við ekka

Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag sigur, at tað órógvar, at partrolararnir eru farnir at selja upsan uttan um uppboðssøluna. Felagið fylgir væl við gongdini, sigur Óli Jacobsen

Tað er við ekka, Føroya Fiskimannafelag hevur staðfest, at partrolararnir eru farnir at selja upsa uttan um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya.

Formaðurin í Fiskimannafelagnum, Óli Jacobsen, sigur, at hann er ikki heilt óttaleysur fyri, at hendan gongdin kann fara at seta marknaðarkreftirnar úr gildi.

Og tað fer, óttast Óli Jacobsen fyri, at gera, at prísirnir fara at falla.

Skipanin við uppboðssølum er grundað á kapping, har keypararnir kappbjóða hvør móti øðrum.

Men nú er støðan á føroyska upsamarknaðinum tann, at næstan bara frystar upsavørur kunnu seljast.

Og tær vørurnar eru bara einir tveir føroyskir framleiðarar, sum klára, sigur Óli Jacobsen. Tískil er lætt hjá teimum at avtala prísirnar sínámillum, um teir leggja í.

Fiskimannafelagið hevur tó ongar klagur fingið frá limum sínum um nakað slíkt, sigur formaðurin.

Óli Jacobsen sigur seg vóna, at hetta bara er ein fyribilsstøða, og at marknaðurin fer at javna seg nakað skjótt.

»Hinvegin var støðan ein heilt onnur, um vit tosaðu um saltaðan ella ísaðan upsa«, sigur Óli Jacobsen. »So kundu fleiri verið við.«

Óli Jacobsen vísir á, at tað sjálvandi bara er møguligt at manipulera við prísum, um seljari og keypari hava samanfallandi áhugamál.

Og tað er í flestu førum so, at ymsir eigarar eru á skipum og virkjum. So har er ein trygd, vísir Óli Jacobsen á.

Men gongdin kann sjálvandi broytast. Í seinastu viku keypti eitt virki eitt skip, og so eru vit aftur har, vit vóru undan Fiskavirking.

Óli Jacobsen vísir á, at íslendingar hava givið væl betri prís fyri upsa í summar, enn føroyingar hava.

Óli Jacobsen sigur, at tað er vert at kanna, hvørjar grundirnar kunnu vera til tað.

Um orsøkin kanska er, at íslendingar eru dúgligari at finna marknaðir, enn vit, ella um orsøkin er onnur viðurskifti her heima hjá okkum sjálvum.

Upsin er ein stórur faktor á fiskamarknaðinum og kann skjótt viðvirka til, at marknaðarkreftirnar verða settar úr gildi, um hann verður hildin uttan fyri uppboðssølurnar, sigur Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag.