Fylgja við lundareiðrum á internetinum

Havstovan hevur í nógv ár kannað støðuna hjá sjófuglinum, og nú ber til at fylgja við á internetinum, hvussu lundarnir trívast í 14 reiðrum í Skúvoy og, hvussu nógvur lundi er í lundalandinum.

Seinastu árini eru sera fáar lundapisur komnar undan og seinastu tvey árini eru lundarnir rýmdir frá eggunum.

Teir fyrstu lundarnir hava vorpið og liggja á og nú ber sostatt til at fylgja við, hvussu tað hilnast hjá teimum

Slakar tvær milliónir pør av sjófugli eiga í Føroyum.

Tá ið ungfuglurin er roknaður við, eru eini fimm milliónir fuglar undir Føroyum á sumri og harafturat koma so pisurnar.

Allur hesin fuglur fær sína føði úr sjónum og tískil er hann ein partur av vistskipanini í havinum.

Ein betri vitan, um hvussu sjófuglurin trívist, er tí eisini ein betri vitan um, hvussu stendur til í havumhvørvinum, sigur Havstovan

Vevmyndir úr lundaholum síggjast her

www.hav.fo/index.php