Á Norðoyastevnu bar til hjá áskoðarunum at fylgja róðrinum á stórskíggja og við signalinum frá útvarpinum hjá Kringvarpinum.
Teir í Kappróðrarfelagnum NSÍ hava fingið klaksvíkingarnar, sum stóðu fyri hesum átakinum, at koma á Eystanstevnu í morgin, og harvið fer at bera til at fylgja róðrinum á stórskíggja. Skíggin verður settur upp á málinum, sum er innanfyri molan.
Higartil hevur tað verið soleiðis, at bátarnir hava staðið við bátahylin. Tí hevur verið neyðugt at rógva runt Lynfrost, og harvið hevur sambandið millum róðrarmanningarnar, bátarnar og áskoðararnar ikki verið gott.
Nú verður hetta broytt. Drátturin er lagdur dygst uttanfyri molan, og bátarnir fara í morgin at standa innanfyri havnarskrivstovuna. Harvið vera bátar, rógvarar og áskoðarar í sama umhvørvi.
Tað verður kappast á fýra teinum. Barnaróðurin er frá 500 metra málinum, sum er á norðara enda á oljukaini. 6-mannaførini við monnum og 8-mannaførini rógva frá 1500 metra málinum, sum er á norðara enda á Bakkabrúnni, 10-mannaførini rógva frá 2000 metra málinum, sum er á Langanesi, og hinir bátarnir rógva frá 1000 metra málinum, sum er undir Glyvra bio.
Róðrarsambandið og lokala felagið eru liðug við fyrireikingarnar.
– Tey, sum fáast við kappróður, vita, at talan er um nógvar fyrireikingar. Fyri okkum hevur tað verið sera kærkomið, at álitismenninir, sum plaga at taka sær av hesum, aftur í ár hava átikið sær hetta uttan nakað sum helst. Her hugsi eg ikki minst um eldsálirnar Eiler Lamhauge, Sunvard Vang og Hans Petur Hansen, sigur skrivarin í Kappróðrarfelagnum NSÍ Tórbjørn Jacobsen.