Fylla Grótbrotið út

Grótbrotið á Sandvíkahjalla innanvert Hvítanes verður fylt út og skal brúkast til ídnaðarøki

 

Edvard Joensen


Á Sandvíkahjálla: Grótbrotið á Sandvíkahjalla verður fylt út - við gróti. Økið skal fríðkast og brúkast til ídnaðarøki.

Síðan hálvan juli hava lastbilar og maskinur hjá byggifelagnum J&K Petersen koyrt tilfar í grótbrotið og javnað út eftir botninum, sum alsamt er hækkaður.

Eyðfinn Lenvig, verkfrøðingur hjá J&K Petersen, sigur, at felagið ger arbeiðið fyri Tórshavnar Kommunu. Ætlan kommununnar er, at grótbrotið skal fyllast út á leið eina húsahædd undir verandi veghædd. Síðan skal økið leggjast út til ídnaðarøki í leingjan av verandi ídnaðarøki inni á Sandvíkahjalla.

Tá holið er fylt, skal skráin niðan fyri, sum vendir oman móti høvuðsvegnum, hampast, og ivaleyst verður grasfræ sátt í eisini.

Tað skal nógv tilfar til at fylla eitt grótbrot uppaftur. Og tað tilfarið fæst frá einum parkeringsplássi. So løgið tað enn kann ljóða.

Søgan er tann, sigur Eyðfinn Lenvig, at Byggifelagið J&K Petersen arbeiðir við at spreingja eitt stórt øki aftan fyri bilverkstaðið hjá Reyni Service í Hoyvík. Har var vorðið rættiliga trongligt, og brúk var fyri meira parkeringsøki. Loysnin var at spreingja burtur úr klettinum aftan fyri bygningarnar.

Tað er stórt øki. Bæði so og so. Eyðfinn Lenvig sigur, at benið í støðum er 17 metrar høgt. Eitt rættiligt berg, sum hann tekur til.

Hann sigur, at tað er ikki heilt víst, at nokk av gróti fæst hagani til at fylla grótbrotið á Sandvíkahjalla við. Men tað man fara at líða væl, heldur hann.

Arbeiðið inni á Sandvíkahjalla skal eftir ætlan vera liðugt tann 1. oktober, sigur Eyðfinn Lenvig, verkfrøðingur hjá J&K Petersen.

Av øðrum áhugaverdum arbeiðum, sum byggifelagið J&K Petersen ger í løtuni, er at nevna vegagerðina í samband við undirsjóvartunnilin undir Vestmannasund.

Arbeiðið á Vágalandinum gongur væl, sigur Eyðfinn Lenvig. Teir hava grivið nakað væl sunnanífrá, og eru farnir at spreingja fyri vegnum har. Eisini er byrjað at arbeiða norðan eftir av Fútakletti.

-So tá arbeitt verður frá báðum endum, man fara at síggjast aftur, heldur Eyðfinn Lenvig, sum ikki ivast í, at tað arbeiðið verður liðugt til ásetta tíð.

Eftir ætlan skal farast undir at bora tunnilin Vágamegin hálvt ár eftir, at farið er undir arbeiðið í Leynum. Tað vil siga tann 5. februar komandi ár.