Fyllir 40 - AC Milan vil leingja sáttmálan

Zlatan Ibrahimovic fyllir 40 ár í næstum, men AC Milan vil leingja um sáttmálan.

Zlatan Ibrahimovic fyllir 40 ár tann 3. oktober, men í núverandi felagi hansara, AC Milan, halda tey ikki hann vera ov gamlan, og felagið vil heldur leingja um sáttmálan við hann.

Galdandi sáttmáli við AC Milan gongur út 30. juni, og felagið váttar, at tey ynskja at leingja um sáttmálan við svensku stjørnuna.

- Vit hava ein av yngstu hópunum í Evropa, og okkum tørvar leiðarar sum Zlatan. Hann sigur, at samráðingar um nýggjan sáttmála eru treytaðar av kroppinum hjá honum, men vit síggja onga orsøk til at hann ikki skal megna at halda fram soleiðis sum hann spælir nú, sigur ítróttarstjórin í AC Milan, Paolo Maldini, við BeIn Sports.

Zlatan Ibrahimovic skeyt um vikuskiftið sítt mál nummar 500 í liðfótbólti, og hann hevur hetta kappingarárið skotið 14 mál fyri AC Milan í Seriu A, har teir eru oddalið.

Bara ein spælari hevur skotið fleiri mál enn Zlatan Ibrahimovic í Seriu A í ár, og tað er Cristiano Ronaldo hjá Juventus.

Sambært tí vanliga væl upplýsta italska fjølmiðlamanninum, Fabrizio Romano, so fer umboðsmaðurin hjá Zlatan Ibrahimovic, Mino Raiola, í samráðingar við AC Milan í næsta mánað.