Í morgun lótu fýra fólk lív í einum ukrainskum álopi í Kherson-økinum.
Tað upplýsa myndugleikarnir, sum Russland hevur sett í býnum, eftir at russiski herurin tók valdið í økinum tíðliga í krígnum.
Kherson er eisini ein av teimum fýra ukrainsku regiónunum, sum russiska stjórnin við Vladimir Putin á odda hevur innlimað í Russland.
Men, nú ukrainsku herdeildirnar nærkast sjálvum býnum, sum fyri kríggið hevði út við 300.000 íbúgvar, kenna innsettu myndugleikarnir her seg ikki serliga tryggar.
Russisku myndugleikarnir eru nevniliga í holt við at flyta sivilfólk úr økinum, og í gjár frættist, at innsettu myndugleikarnir í Kherson eisini eru rýmdir úr økinum.
Sambært upplýsingum í morgun lótu fýra fólk lív, tá hesi royndu at verja Antonivskyj-brúnna, ið er ein av brúgvunum, sum gongur um Dnipro-ánna.
Russiskir myndugleikar siga, at brúgvin verður brúkt til flyting av fólki undan ukrainsku herdeildunum, sum royna at taka seg fram í russiskt hersetta Kherson-økinum.
Talskvinnan fyri ukrainsku verjuna, Natalija Gumenjuk, sigur, at ukrainski herurin hevur ikki gjørt av við sivilfólk í økinum, sum innsettu myndugleikarnir í Kherson vilja vera við.
- Vit leypa ikki á í tættbygdum øki ella á lokala fólkið, og vit leypa ikki á undirstøðukervið hjá hesum fólkum, sigur Natalija Gumenjuk á Telegram.
Reuters veit annars í dag at siga, at spreingingar í morgun hava verið at hoyrt í næst størsta býnum í Ukraina, Kharkiv og í býnum, Zaporizjzja.