Fýra javnleikir á rað

Í hesum árinum hevur Rumenia vunnið 1-0 á Føroyum, og hevur so spælt fýra javnleikir

Gongdin hjá Rumenia í undanbólki F hevur verið rættiliga sjáldsom.

Rumenar løgdu út, sum eitt ódnarveður ífjør. Teir vunnu fyrst 1-0 á Grikkalandi á útivølli, spældu síðani 1-1 ímóti Ungarn heima, vunnu so 2-0 á Finnlandi úti, og 2-0 á Norðurírlandi heima. 

Í ár hava teir vunnið tepran 1-0 sigur heima ímóti Føroyum, og eftir hetta leiktu teir heilar tríggjar 0-0 javnleikir á rað. Fyrst 0-0 úti ímóti Norðurírlandi, síðani 0-0 úti ímóti Ungarn, og so 0-0 heima ímóti Grikkalandi. Farna hóskvøld leikti Rumenia javnleik 1-1 ímóti Finnlandi.

Í níggju dystum hava rumenar fýra sigrar, og fimm javnleikir, og eru sostatt ósigraðir higartil. Teir hava sjáldsama málmunin 8-2 eftir níggju dystir, og eru í tí støðu, at spæla teir javnt ella tapa ímóti Føroyum, og Ungarn samstundis vinnur á Grikkalandi á útivølli, so missir Rumenia 2. plássið til Ungarn.

Nr.Land
dystirVJTMál +Mál -MálmunurStighttps://en.wikipedia.org/wiki/Northern_Irelandhttps://en.wikipedia.org/wiki/Romaniahttps://en.wikipedia.org/wiki/Hungaryhttps://en.wikipedia.org/wiki/Finlandhttps://en.wikipedia.org/wiki/Faroe_Islandshttps://en.wikipedia.org/wiki/Greece
1 Norðurírland (Q)9621157+820Spæla seg beinleiðis til EM endaspælið
2 Rumenia (X)945082+617
3 Ungarn (X)944185+316Besti trýari ella spæla tveir play off dystir
4 Finnland (E)932489−111
5 Føroyar (E)

9207614−86
6 Grikkaland (E)9036311−83