Tað fyrra málið á dagsskránni er um at skipa barnaverndarsamstarv millum Sunda kommunu, Eiðis kommunu, Vestmanna kommunu og Kvívíkar kommunu.
Sunda kommuna og Eiðis kommuna hava samstarv um barnaverndina, men á borgarstjórafundi fyrst í mars boðaðu Vestmanna kommuna og Kvívíkar kommuna frá, at tær ynsktu at koma upp í samstarvið saman við hinum báðum kommununum.
Hitt málið um kommunalt samstarv er um eldraøkið, og har er talan um samstarv millum tær somu fýra kommunurnar. Kommunurnar høvdu samband við tær báðar kommunurnar í Vágum um samstarv innan eldraøkið, men Sørvágs kommuna og Vága kommuna valdu heldur at skipað egið samstarvsøki innan eldrarøktina.
Sosiala nevnd hjá Sunda kommunu hevur viðgjørt bæði málini og mælr til, at býráðið tekur undir við teimum á fundinum í morgin.