Fýra mál um stuldur í gjár

Løgreglan fekk í gjár fráboðanir um fýra mál um stuldur

 

Eitt »lítið tjóvari«, sum vaktleiðarin málber seg, var í Havn í gjár, har onkur var farin inn á eina skrivstovu og hevði tikið onkra skrivstovuútgerð. Talan var ikki um beinleiðis innbrot, men onkur var farin inn uttan loyvi at taka.

Ein fráboðan kom um, at onkur hevði tikið eina fartelefon í Glitnir, ein fráboðan um skógvar, sum vórðu stolnir í eini garderobu í einum skúla í Havn og tað síðsta var í Pálshøll í Vági, har onkur hevur tikið fleiri túsund krónur í skiftingarrúminum frá einum gesti í svimjihøllini.