Fýra menn stungnir niður í miðbýnum í London

Fýra menn vórðu mikudagin stungnir niður í Covent Garden í miðbýnum í London. Ein 47 ára gomul kvinna er handtikin í sambandi við hendingina.

Tað upplýsir bretska løgreglan sambært Reuters.

 

Sjúkrabilar vóru sendir á staðið, har menninir fingu fyrstu hjálp, áðrenn teir vórðu fluttir á eitt traumastøðir í nánd.

 

Enn eru ongar nærri upplýsingar um, hvussu álvarsliga teir eru løstaðir.

 

Teir fýra menninir eru 34, 39, 42 og 52 ára gamlir.

 

Sambært Sky News er tann handtikna ein 47 ára gomul kvinna.

 

Hon er skuldsett fyri at hava havt eitt vápn í varðveitslu og fyri harðskap. Løgreglan hevur ikki upplýst, hvat slag av vápni talan er um.

 

Málið verður framvegis kannað.

 

**Myndatekstur:**

Løgreglan sperraði partar av Covent Garden í miðbýnum í London, eftir at fýra menn vórðu stungnir niður mikudagin. Ein 47 ára gomul kvinna er handtikin í sambandi við hendingina. *(Mynd: Ritzau Scanpix)*