Býráðið í Vága kommunu hevur samtykt at gera eina nýggja útstykking omanfyri í Geilini í Vatnsoyrum.
Talan er um fýra nýggj grundstykkir á 625 fermetrar hvørt stykki.
- Nýggjur atkomuvegur til útstykkingina verður vestanfyri snikkaravirkið Grant, og frá útstykkingini verður ein gøta til fríøkið miðskeiðis í bygdini.
Tað siga tey í Vága kommunu.
HMP Consult hava projekterað verkætlanina, og arbeiðið varð boðið út í innbodnari lisitatión millum fimm arbeiðstakarar.
Í Vága kommunu siga tey, at fýra tilboð komu inni, og lisitatión hevur verið á kommunuskrivstovuni.
Tilboðini vóru hesi:
Maskingrevstur v. Allan H. Hansen, 3.772.570,00 krónur
Jógvan Heinesen, 4.008.692,00 krónur
Grevstur og Planering v. Eggaba Andreasen, 3.683.293,50 krónur
J&K Petersen, 4.203.830,00 krónur
##med2##
Í Vága kommunu siga tey, at nú verða innkomnu tilboðini kannað, og tey siga seg vóna, at spakin verður settur í fyri árslok.
- Mett verður, at arbeiðið at gera útstykkingina í Vatnsoyrum fer at taka sjey mánaðir.
Lagt verður aftrat, at trý fólk standa á bíðilista til grundstykki í Vatnsoyrum, og hesi hava fingið í boði at keypa sær grundstykki.