Fimm partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni, og tey flestu koma inn at landa í næstu viku.
Søgan um gongdina hjá partrolarunum er hin sama; upsafiskiskapurin er smáligur, men skipini fáa eisini nakað av hvítum fiski.
Tvey pør fiska gulllaks.
Síðan Eysturbúgvin sakk fyrr í ár, og Vesturbúgvin ongan makkara hevur, eru tað framvegis bara tvey pør, sum fiska gulllaks í hesi vertíðini.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap. Teir fiska svartkalva í bretskum sjógvi.
Tríggir av teimum smáu trolbátunum eru á landleiðini, og ein er norðanfyri. Væntandi fer onkur aftrat út um vikuskiftið.
- Trolbátarnir fáa mest av toski, hýsu og flatfski. Allir, sum eru úti, koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.
Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku.
- Á svartkalvaveiði er fiskiskapurin smáligur og á havtaskuveiði misjavnur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.