Fýra stríðast um 2021

Guernsey, Orkney, Isle of Man og Ynos Mon hava sagt seg vera til reiðar at hýsa oyggjaleikunum í 2021

Hóast Føroyar ikki megnaðu at taka seinast takið móti at hýsa oyggjaleikunum í 2019, so standa aðrar oyggjar í røð, tilreiðar at hýsa leikunum.

 

Í summar verða leikirnir á Jersey, og tað er longu greitt, at Gotland verður vertur í 2017, meðan Menorca hevur leiklutin í 2019.

 

Í vikuni hevur altjóða Oyggjaleikanevndin havt fund á Frøya og Hitra, og her søgdu Guernsey, Orkney, Isle of Man og Ynos seg øll vera til reiðar at hýsa leikunum í 2021. Oyggjleikanevndin fer nú undir ítøkiligar samráðingar við teir fýra møguligu vertirnir um leikirnar í 2021.

 

Eisini er greitt, at NatWest heldur fram sum høvuðsstuðul hjá leikunum komandi tríggjar ferðirnar. Tað vil siga, at mest týðandi parturin av fíggjargrundarlagnum undir leikunum nú er tryggjað fram ti log við 2019.