Tveir menn, sum 18. februar framdu grovan harð skap móti einum manni í heimi hansara og settu eld á húsið, eru framvegis varðhaldsfonglsaðir. Varðhaldsfongslingin er nú longd við fýra vikum.
Tað snýr seg um eina hending í einum húsum í miðbýnum í Havn, har menninir eru skuldsettir fyri at grovan harðskap, fyri at hava sett eld á við vilja, og fyri rán.
Av tí at annar maðurin játta at leingja varðhaldsfongslingina, meðan hin noktaði, var bara annar teirra í rættinum, sum longdi varðhaldsfongslingina í fýra vikur, sum er tað mesta, ein varðhaldsfongsling kann leingjast hvørja ferð.
Báðir menninir nokta seg sekar í skuldsetingunum.












