Í Sosialinum 14. januar 1989 stendur at lesa, at í gjár var eftir øllum at døma seinasti arbeiðsdagur hjá Atla P. Dam sum løgmaður. Atli hevur verið løgmaður í 14 ár og hevur sostatt verið tann sum hevur sitið longst sum løgmaður í Føroyum.
Hann gjørdist landsstýrismaður í januar 1970, eftir at Villi Sørensen andaðist, og eftir valið í november sama ár var Atli valdur til løgmann í samgonguni millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Sjálvsstýrisflokkin. Hann sat sum løgmaður uttan slit í tíggju ár. Í 1985 varð hann aftur valdur til løgmann, fyri tað landsstýrið sum nú leggur frá sær. Í tí landsstýrinum sótu, umframt Alta Dam, Jógvan Durhuus og Jóngerð Purkhús úr Tjóðveldisflokkinum, Vilhelm Johannesen úr Javnaðarflokkinum, Karolina Petersen úr Framsóknarflokkinum og Lasse Klein úr Sjálvsstýrisflokkinum.
Í landsstýrinum sum tók við í 1989 sótu Tordur Niclasen úr Kristiliga Fólkaflokkinum, Karl Heri Joensen úr Sjálvsstýrisflokkinum, Signar Hansen og Finnbogi Ískason úr Tjóðveldisflokkinum og Anfinn Kalsberg úr Fólkaflokkinum.
Vit kunnu leggja afturat at Alti P. Dam var aftur løgmaður frá 1991 til 1993. Hann sat sum løgmaður í tilsamans 16 ár. Atli P. Dam andaðist 7. februar 2005, 72 ára gamal.