­ Fyri ein part vóru fortreytirnar skeivar

Marita Petersen heldur tað ikki vera nakað ivamál, at danska stjórnin visti meir enn hon lat Landsstýrið vita, tá partabrævaumbýtið fór fram. Nú heldur løgfrøðiligi arbeiðsbólkurin tað vera rættast, at gera vart við skeivleikan, áðrenn málið er liðugt viðgjørt í Føroyum

Eftir tí, sum frættist í Landsstýrinum um brævið hjá løgmanni til donsku stjórnina, so verður nú gjørt vart við, at Landsstýrið í 1994 og 1995 undirskrivaðu avtalurnar undir skeivum fortreytum. Hvørt hetta skal fáa avleiðingar fyri avtalurnar sum heild, er ikki komið upp á tal enn.

Tað er løgfrøðiligi arbeiðsbólkurin, ið kannar frágreiðingina viðvíkjandi bankakanningini, sum í sínum arbeiði er komin fram á, at áðurnevndu brotini í avtalunum eru gjørd undir skeivum fortreytum. Danska stjórnin visti, at bankin hevði brúk fyri meira peningi, men segði einki um tað fyri Landsstýrinum.

- Eg havi skilt, at talan er bert um tann partin av avtalunum, sum er um partabrævaumbýtið, ið nú verður nú gjørt vart við, sigur Marita Petersen í viðmerking til seinasta útspælið hjá løgmanni.


Tekur fyrivarni

- Av tí at hesin partur er so nær tengdur at avtalunum, vil Landsstýrið taka fyrivarni, áðrenn firningarfreistin er av.

- Spurningurin er, um tað ber til at siga allar avtalurnar upp, tá ein partur er gjørdur undir skeivum fortreytum, sigur Marita Petersen.

- Ert tú samd við løgfrøðiliga arbeiðsbólkin, um at mótmæla brotini í avtaluni?

- Tað er einki ivamál. Tá vit í Landsstýrinum gjørdu avtaluna í 1994, vóru vit ógvuliga ivasom við yvirtøkuna, tí vit vistu ikki, hvussu støðan var í bankanum.

- Hetta gjørdu vit eisini donsku stjórnina vart við, og vit bóðu Den Danske Bank á fund um málið. Teir søgdu, sum kunnugt, at bankin ikki hevði brúk fyri meira peningi, og at tað var ein góður handil fyri okkum, sigur Marita Petersen

Tað visti Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri, ikki var rætta svarið, men segði einki fyri føroyingunum. Danska stjórnin legði hinvegin trýst á føroyingar, um at taka eina avgerð, og tá føroyingar sum kunnugt vóru í tíðarneyð, varð avgerð tikin um at fremja partabrævaumbýtið.

Trupulleikin var, at Landsstýrið ikki visti tað, sum danska stjórnin visti - nevniliga, at brúk fór at vera fyri sløkum trimum mia. krónum.


Virdu ikki føroyingar

- Danir virdu okkum ikki so frægt, at teir søgdu okkum tað, sigur Marita Petersen.

Hon er sannførd um, at hevði Landsstýrið havt ta vitan, sum danska stjórnin og Den Danske Bank høvdu, so høvdu føroyingar kunnað tikið aðra støðu.

- Tá høvdu vit kanska drigið donsku stjórnina inn í málið, og so hevði støðan verið ein onnur.

- Í dag vita vit, at danski Tjóðbankin forsømdi sínar skyldur - og somuleiðis Fíggjareftirlitið, sigur Marita Petersen.

- Hvat heldur tú um, at Knud Sørensen, stjóri í Den Danske Bank, sigur við Sosialin, at teir hava reint mjøl í posanum?

- Sanniliga fer Den Danske Bank ikki at geva við dyrnar. Tað, at bankin nú vil geva 200 mió. krónur til gávus, er ikki tekin um, at bankin hevur reint mjøl í posanum. Hví skulu teir annars givið føroyingum 200 mió. krónur?

- Tað er greitt, at hetta er ein ásannan av, at teir hava gjørt skeivt móti okkum, sigur Marita Petersen.


Vit krevja endurgjald

Finnbogi Ísakson, tinglimur fri Tjóðveldisflokkin, var landsstýrismaður og við til at undirskriva tvær avtalur.

Hann sigur í stuttari viðmerking, at hann tekur undir við mótmælinum.

- Tey lán, sum vit tóku fyri at bjarga bankanum, skulu vit ikki gjalda.

Tað merkir, at føroyingar kunnu reisa karv um at fáa endurgoldið 1,2 mió. krónur, umframt rentur og avdrag, umleið 300 - 400 mió. krónur, sum danir mugu gjalda, sigur Finnbogi Ísakson.

Hann heldur annars at bankakanningin - hóast onga niðurstøðu - greitt prógvar, at føroyingar vóru snýttir.

- Hvat heldur tú um at stjórin í Den Danske Bank sigur, at teir hava reint mjøl í posanum?

- Tað er bert ein pástandur, sum tú kanst rokna við at ein bankastjóri sigur.

- Ein og hvør, sum er skuldsettur fyri at vera sekur, sigur seg at vera ósekan. Tað er vanligt, sigur Finnbogi Ísakson.